quinta-feira, 14 de abril de 2011

Eivør á nýggju fløguni hjá Nik og Jay


Skrivað hevur: Katrin Erlendsdóttir, katrin@dimma.fo

Eftir fleiri ára bíðitíð koma donsku Nik og Jay nú við nýggjari útgávu. Hesaferð verð­ur tað við før­oys­k­um íblástri, tí lagið Trøllabundin hjá Ei­vør við á útgávuni - flætt­að inn í eitt lag hjá Nik og Jay

- Tað var faktiskt eitt yvir­raskilsi fyri meg eisini, sig­ur Eivør, sum herfyri fekk eina heldur óvæntaða tón­leikaliga avbjóðing.Eitt av hennara løgum, Trøllabundin, er komið við á nýggju útgávuna hjá Nik og Jay.Í eini fýra ár hava fjepp­arar bíðað eftir einari nýggj­ari útgávu frá teimum báð­um, og nú er hon sá á gátt­ini. Útgávudagurin er sett­ur at vera 24. apríl.Heitið á nýggju fløguni er Engle eller Dæmoner, og tað er eisini heitið á lag­num, har Eivørsa Trølla­bundin verður flættað inní.- Eg bleiv uppringd av plátu­felagnum hjá mær fyri um­leið einum mánað síðan. Tey skuldu vísa mær nakað, sum eg skuldi góðtaka, sig­ur Eivør, sum síðani hev­ur givið Nik og Jay loyvi til at brúka Trøllabundin á nýggju útgávuni.Eivør og Nik og Jay eru til­knýtt at sama plátufelagi, Cop­enhagen RecordsBlandaður tónleikurFøroyskur tónleikur við før­oyskum teksti er ikki júst tað, vit vanliga seta í sa­m­band við danskar rapp­rútmur, men tað eru júst seym­irnir, sum Nik og Jay hava brúkt, tá teir hava smíð­að lagið Engle eller Dæmoner.Fyrsta singlan av nýggju útgávuni, Mod solned­gang­en, kom annars á mark­naðin longu í febru­ar í ár, men nú kemur so rest­in av útgávuni eisini.KonsertirUmframt at vera við á útgávuni, skal Eivør eisini vera við á nøkrum av stóru kon­sertunum, sum standa á skránni hjá Nik og Jay. Tær verða seinni í ár.- Hetta er slett ikki mín kate­gori, sigur føroyska song­kvinnan, men tað er stutt­ligt at vera við,

Dimmalætting © 2011

Via: DIMMA.FO

Nenhum comentário:

Postar um comentário