sábado, 4 de dezembro de 2010

Jólakonsert við Tórshavnar Manskóri



Sunnukvøldið fer Tórshavnar Manskór aftur at fylla Vesturkirkjuni við kraftmiklum tónum, tá teir fara at syngja klokkan 19.30.

Talan er um eitt afturvendandi árligt tiltak, har jólakonsertirnar ofta hava verið fyriskipaðar við ymiskum gestasangurum, millum annað hava Ursula Bambuch og Eivør Pálsdóttir sungið saman við Tórshavnar Manskóri.

Sunnukvøldið verður tað kendi tenorsangarin Ernst Sondum Dalsgarð, sum verður gestasolistur. Umframt hann syngur Andrias Reinert solo, og Árni Hansen spælir klaver. Eins og vanligt er sangskráin hjá Tórshavnar Manskóri sera fjølbroytt fevnir millum annað um »Die Rose stand im Tau«, »Funiculi Funicula«, »Ol’ man river« og »Mítt hjarta tilhald hevur«.

via PORTAL.FO

Nenhum comentário:

Postar um comentário