Sunnudagin 18. mars kl. 16.00
Forvitnislig og sermerkt konsert við Sebastian og Eivør. Harumframt verður eisini dóttir Sebastian, Sara Grabow, gestasangari á konsertini.
Kostnaður kr. 250,-
Keyp atgongumerki
Sebastian hevur í mong ár verið ein av størstu tónleika-ikonunum í Danmark. Í eini 40 ár hevur hann verið við til at mynda danskan tónleik. Tá vit siga “Ronja Ránsmannadóttir” ella “Hodja fra Pjort” eru tað mong, ið rakna við. Hetta eru bert ein brotpartur av teimum mongu løgum og sangum, sum eru komin frá kønu hond og rødd Sebastianar.
Sebastian hevur í oktober 2011 givið út solo tvífløguna, “Øjeblikkets mester”. Har vísir hann á sannførandi hátt, at hann framvegis er í hæddini tónlistarliga, hóast gamal í garði innan tónleikin. Í løtuni er Sebastian á konsertferð í Danmark, nevnd “Trubadurens Øjeblik”, og í hesum sambandi leggur hann eisini leiðina til Føroya.
At uppliva Sebastian á palli, bert við guitari sínum, og ímillum løgini at hoyra hansara herligu anekdotir og humor um lívið og um sangirnar, er ein heilt serlig uppliving. Á hesari felags konsertini í Norðurlandahúsinum, saman við Eivør og Saru Grabow, fer Sebastian at framføra eina blanding av sínum klassisku løgum, umframt at nógv nýtt verður at hoyra frá seinastu fløgu hansara.
Eivør kenna vit øll. Einki er at taka seg aftur í, at hennara eyðkenda rødd er nakað serstakt, sum rørir okkum inn at hjartað.
Danir hava nakrar ferðir upplivað Sebastian og Eivør saman, men hettar upplivilsi eiga vit føroyingar til góða.
Sebastian hevur seinastu árini verið 2 ferðir áður í Føroyum, har tað tíverri ikki hevur borið til hjá Eivør at verið við.
Hesaferð eydnaðist tað so endiliga. Til stóra gleði bæði fyri Eivør og Sebastian og ikki minst hjá okkum føroyingum, sum nú fáa møguleikan at hoyra tey á palli saman.
Á konsertini fer Eivør at spæla nøkur løg sjálv, og vit sleppa eisini at hoyra nøkur løg av hennara nýggju fløgu, ið kemur út í august í ár. Men tað, vit serliga kunnu gleða okkum til, er at hoyra Eivør syngja saman við Sebastian. Her verður sameiningin fullkomin. Ein kombinatión av sermerktu melankolsku røddini hjá Sebastian og kláru himmalsku røddini hjá Eivør verður uttan iva nakað, sum fer at nema sansir okkara, og fer at taka okkum langt burtur í annan heim.
Sara Grabow (f. 1979) er dóttir Sebastian. Hon hevur útbúgving sum sangari frá Rytmisk Musikkonsertvatorium. Sara hevur seinnu árini saman við manni sínum Thomas Raae myndað bólkin “mitbandditband”. Sum yngri hevur hon onkuntíð verið kórgenta hjá pápa sínum, men hevur annars “staðið á egnum beinum”.
Sum dóttir Sebastian hevur hon gott í at bregða, og fer hon óivað at seta sín dám sum gestasangari á hesi konsertini.
Lagt er upp til eina intima og nærverandi konsert við nøkrum av fremstu tónlistafólkunum, sum Danmark og Føroyar hava fostrað.
Ein konsert út yvir tað vanliga, sum avgjørt er verd at uppliva.
Via: NLH.FO
Nenhum comentário:
Postar um comentário