
Vælkendi sangurin, Trøllabundin, hjá Eivør Pálsdóttir, er millum løgini á nýggju fløguni hjá donsku rapparunum Nick & Jay
Teir báðir hava lánt sangin frá Eivør Pállsdóttir, og hava síðani sett sín sermerkta dám á hann. Eg haldi, at hetta er spennandi, og at teksturin hjá teimum hóskar væl til andan í mínum sangi, sigur Eivør við Góðan morgun Føroyar. Eg varð biðin um at koma at lurta, og hóast eg gjørdist ikki sørt kløkk, fyrstuvferð eg hoyrdi lagið, so má eg viðganga, at mær dámar lidna produktið, leggur hon afturat. Eivør sigur, at hon hevur fingið fyrispurning, um at framføra saman við Nick & Jay, millum annað í DR-býnum, men at hon ikki er vís í, um stundir verða til tess, nú hon fyri tíðina, er rættiliga upptikin av sjónleiki í Reykjavík
Via: Kringvarp.fo - Nick & Jay trøllabundnir
Nenhum comentário:
Postar um comentário