Tað er lagið við Eivør Pálsdóttir á, sum Nik & Jay lokka við á youtube.com, nú tað bert er ein vika til nýggja fløga teirra kemur á marknaðin.
Á fløguni hava Nik & Jay brúkt lagið Trøllabundin saman við teirra fangandi popptónum, og tað er eisini júst eykenda røddin hjá Eivør, sum donsku dreingirnir brúka í brellbitanum, teir hava lagt á youtube.com.
Fløgan, sum hevur fingið heitið Engle eller Dæmoner, fevnir um donsk og ensk løg, umframt føroyskt íkast frá songkvinnuni úr Gøtu.
Brellbitin fyri Engle eller Dæmoner við Eivør Pálsdóttir er at hoyra HER (You can click on this link to listen to a teaser of Nik & Jay's song featuring some parts of Trøllabundin).
Via: PORTAL.FO
Nenhum comentário:
Postar um comentário