domingo, 27 de março de 2011
500 fólk sóu 4 stjørnur
Úr Vestmanna verður sagt, at konsertin í Ítróttarhøllini í gjárkvøldið var undirhaldandi, og at tiltakið í síni heild eydnaðist sera væl.
Sagt verður, at tiltakið var væl fyriskipað, og pallurin var sera vakur á at líta, tá tær fýra stjørnurnar spældu, sungu og undirhildu fyri umleið 500 fólkum, sum komin vóru at lýða á.
Fiskivinnuskúlanæmingar seldu køkur og kaffi, og okkurt leskiligt var eisini.
Tær fýra stjørnurnar, Annika Hoydal, Guðrið Hansdóttir, Eivør Pálsdóttir og Nicolina á Kamarinum, høvdu
umleið hálvan tíma í part til at framføra sítt reportuar, og fleiri ferðir reistu fólk seg upp við lógvabrestum.
At enda á konsertini komu allar fýra stjørnurnar upp á pall, og tá var eisini høvi hjá áhoyrarum at syngja felagssang.
Úr Vestmanna verður sagt, at konsertin var undirhaldandi, og at tiltakið í síni heild eydnaðist sera væl.
Via: PORTAL.FO
Marcadores:
Annika Hoydal,
Eivør Pálsdóttir,
Faroe Islands,
Guðrið Hansdótir,
Nicolina á Kamarinum,
Vestmanna
Assinar:
Postar comentários (Atom)
Nenhum comentário:
Postar um comentário