sexta-feira, 25 de março de 2011
Stór konsert í Vestmanna í annaðkvøld
Í annaðkvøld verður verður konsert við Nicolinu á Kamarinum, Anniku Hoydal, Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir í ítróttarhøllini í Vestmanna
Í annaðkvøld klokkan 20.30 verður konsert í ítróttarhøllini í Vestmanna við teimum fýra fólkakæru sangkvinnunum Nicolinu á Kamarinum, Guðrið Hansdóttir, Eivør Pálsdóttir og Anniku Hoydal.
Góðir tónleikarar verða eisini at hoyra til konsertina. Fyrireikarnir vænta, at tað verður spennandi at hoyra eitt nú Anniku Hoydal saman við nøkrum av bestu tónleikarunum sum finnast í Føroyum. Konsertin sum verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 26. mars 2011.
Á Fjørukrónni í Vestmanna fer tað eisini at seta sín dám á veitingarnar, at eitt stórsligið tónleikatiltak er í bygdini.
Konsertin byrjar klokkan 20.30.
Konsertin endar umleið klokkan 24.00 við felagssangi.
Fyrireikararnir siga í einari stuttari viðmerking, at áhugin fyri konsertini er stórur, og nógv atgongumerki eru seld.
Aftaná konsertina verður dansur á niðri Bryggjuni við Tinganest.
Í sambandi við konsertina og dansin koyrir Náttarbussurin hjá Øssuri Christiansen soleiðis:
Kl.19.00 úr Havn Frá City Burger í Tórsgøtu.
Kl. 00.00 Frá Reyða Torgi í Vestmanna til Havnar eftir konsertina.
Kl. 04.00 Frá Reyða Torgi í Vestmanna til Havnar eftir Dansin.
Atgongumerki til konsertina við Nicolinu á Kamarinum, Anniku Hoydal, Guðrið Hansdóttir og Eivør Pálsdóttir eru at fáa í Tutl búðini, hjá eBillett.fo og hjá Magn í Vestmanna. Prísurin er 295 kr.
Atgongumerki í undansølu verða seld frá klokkan 19 í ítróttarhøllini í Vestmanna.
Via: PORTAL.FO
Marcadores:
2011,
Annika Hoydal,
Eivør Pálsdóttir,
Faroe Islands,
Guðrið Hansdótir,
Nicolina á Kamarinum,
Vestmanna
Assinar:
Postar comentários (Atom)
Nenhum comentário:
Postar um comentário